Tíðindi

Næmingar brúka ógvuliga nógva tíð til internetið

Kanningin, sum skúlastýrið í Eysturskúlanum í Havn hevur latið gera av internetvanunum og øðrum vanum hjá næmingunum í skúlanum, eitur hóskandi Tíðin og børnini. Tað er tíðin, sum er kjarnin í spurningunum, sum næmingarnir í 4. til 9. flokk hava svarað. Næmingarnir verða spurdir, hvussu nógva tíð teir brúka til facebook, spøl á netinum, sjónvarp, skúlating, frítíðarítriv og annað.

02.02.2016

Sum væntað fáa fleiri og fleiri næmingar sær facebook, eldri teir verða. Í 9. flokki hava mestsum allir næmingar facebook. Eisini snildfonin er sera væl umtókt fartelefon; longu í 4. flokki hava nógvir næmingar snildfon, og talið á teimum, ið hava snildfon veksur, so hvørt næmingarnir verða eldri.

Næmingarnir eru eisini spurdir, nær teir fara til songar. Sum væntað er svarið upp á henda spurningin, at teir bara tíðliga í song, tá ið tey ganga í yngru flokkunum, og seint, tá ið tey ganga í teimum eldru flokkunum. Til dømis fer meiri enn helvtin av næmingunum í fjóðra flokki til songar millum klokkan 20 og 21, meðan tey flestu í 8. og 9. flokki fara til songar eftir klokkan 22 og summir teirra væl seinni, eisini eftir midnátt.

Hugvekjandi er, at rættiliga nógvir næmingar taka snildfon, teldil ella teldu við í song og brúka hana. Eisini her ger tað seg galdandi, at jú eldri næmingurin er, vanligari er tað. Í 8. flokki og 9. flokki sigur slakur helmingur av næmingunum, at hetta er vanligt. Útlendskar kanningar hava varpað ljós á, at nýtsla av snildfon, teldli og teldu beint fyri, at tú leggur teg at sova, ávirkar svøvnin; kanningin í Eysturskúlanum stuðlar undir hetta, tí hon vísir, at hjá summum næmingum - og teir eru ikki so fáir - gongur long tíð at sovna.

Kanningin vísir, at næmingarnir brúka nógva tíð á internetinum hvønn dag, rættiligar nógvir næmingar í 7., 8. og 9. flokki meiri enn tríggjar tímar um samdøgrið. Og hvat brúka teir so netið til? Facebook fer við nógvari tíð longu frá sætta flokki; síðan eru tað spøl og filmar, og nógvir næmingar brúka eisini internetið sum hjálp til skúlatingini. Hetta eru serliga eldri næmingar.

Sjónvarpið hevur ikki sama áhuga sum internetið; tey yngstu tíma væl at hyggja í sjónvarp, meðan áhugin síðan minkar.

Tað er misjavnt, hvussu nógva tíð næmingarnir brúka til skúlatingini; upp til og við fjórða flokk brúka heilt nógvir næmingar millum 20 og 40 minuttir um dagin, frá sjeynda og til og við 9. flokk brúkar ein triðingur av næmingunum meiri enn 40 minuttir og ein partur eisini millum 1-2 tímar um dagin.

Nógvir næmingar hava frítíðarítriv; har eru tað serliga ítróttur og ljóðføri, sum eru áhugaverd. Í 8. og 9. flokki veksur talið á teimum, ið eingi frítíðaráhugamál hava. Eldri næmingarnir verða, meiri tíð brúka teir upp á frítíðaráhugamálini, summir teirra rættiliga nógva tíð, til dømis brúkar umleið triðingurin meiri enn 8 tímar um vikuna.

Næmingarnir eru eisini spurdir, um teir hava verið happaðir á netinum, og um teir hava happað. Sambært kanningin ger hetta seg serliga galdandi í 6. og 8. og 9. flokki, bæði viðkjandi at hava verið fyri happing og at hava happað onnur.

Internetvanarnir hjá foreldrunum hjá børnunum, sum eru spurd, verða eisini avdúkaðir í kanningini; samlað er tað misjavnt, hvussu nógva tíð, tey halda, at mamman og pápin brúka til internetið, men hugvekjandi er tað, at nógv teirra meta, at foreldrini brúka nógva tíð við snildfonini, teldlinum ella telduni, til dømis mamman at næmingunum í 6. flokki, 8. og 9. flokki meiri enn tríggjar tímar um dagin. Páparnir brúka sambært kanningini ikki eins nógva tíð sum mamman.

Kanningin í Eysturskúlanum varð gjørd í mars í fjør.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.