Tíðindi
20.11.2025
Stór óvissa er í tølunum í nýggju donsku kanningini. Tað er Annika K. Joensen, sum hevur drúgvar royndir sum orðblindalærari, sannførd um.
- Tað er ein veruleiki í dag, at næmingar lesa minni og minni, og hevur tú sera vánaligar lesivanar, kann tað koma í bland við annað, sum til dømis at tú ert lesiveikur ella orðblindur. Nógvir næmingar hava stóra fráveru og hava tí ikki fingið alla ta undirvísing, teir eiga at fáa aldursvarandi; hetta kann hava stóra ávirkan. Atferðartrupulleikar kunnu eisini forða læring og kunnu ávirka og geva eina mynd av, at talan kann vera um orðblindi, hóast talan ikki er um tað. Kanningartilfarið hjá okkum til triðja flokk er gott, men megnar næmingurin ikki nóg væl at lesa og kopla orð og bókstavir saman, kanska tí at viðkomandi lesur alt ov lítið ella hevur so stóra fráveru, kann fyrsta kanningarúrslitið benda á orðblindi. Neyvari einstaklingakanningar kunnu staðfesta, um talan er um orðblindi ella ikki. Vit hava enn einki standardiserað orðblindakanningartilfar til eldri næmingar, og tað er sera óheppið. Samanumtikið siga mínar royndir mær, at tølini frá donsku kanningini ikki skjalprógva, at tað eru so nógv fleiri næmingar við orðblindi nú samanborið við fyrr, men heldur, at onnur viðurskifti gera seg galdandi. Ofta sæst at umleið ein-tveir næmingar í hvørjum flokki við umleið 20 næmingum hava orðblindi ella eru lesiveikir.
Les samrøðu við Anniku K. Joensen í Skúlablað nr 3, 2025.