Tíðindi
05.11.2025
- Eg minnist einaferð, at ein nýggjur næmingur úr útlondum byrjaði í flokkinum. Nøkur valdu tá at tosa enskt við hann. Hetta vóru føroysk børn, og í byrjanini vóru vit glað, at tey tosaðu enskt saman, so næmingurin kundi kenna seg vælkomnan. Tað vísti seg tó, at við tíðini gjørdist hetta mál teirra. Hetta, hugsi eg, er eitt tekin um, at enskt er ein ov stórur partur av gerandisdegnum hjá næmingunum. Avbjóðingin við hesum er fyri tað fyrsta, at nýggir næmingar hava ilt við at læra seg føroyskt, og aftrat tí venja næmingarnir seg við at tosa eitt sovorðið løgið youtube- ella fortnite-enskt mál.
Katrin Dagbjartsdóttir greiðir frá, at hon umframt, at næmingar tosa enskt sínámillum, nú leggur merki til, at enskar orðingar beinleiðis koma inn í føroyska málið. Inn í mállæruna og sjálvan setningsbygnaðin.
- Seinastu árini eri eg farin at leggja merki til, at føroysk børn umframt at brúka ensk orð eru farin at byggja føroysku setningarnar upp eftir enskum setningsbygnaði. Til dømis kunnu tey siga eg ikki veit fyri I don’t know. Eisini havi eg hoyrt onkran siga tað er hví, sum kemur frá orðingini that’s why. Hetta eiga vit at taka í álvara, tí hetta kann vera við til at oyðileggja føroyska setningsbygnaðin.
Hon er sannførd um, at lærarar í føroyskum, og eisini lærarar sum heild, umframt at gera sær stóran ómak við málinum, eisini oftari eiga at læra børnini kynini, sum orðini hava. Alt, sum er kring okkum, hevur jú eitt ávíst kyn og tí eisini eitt ávíst bendingarmynstur.
- Stólur, borð, fjall, sól og so framvegis, alt hetta ymiska hevur eitt kyn. Hetta, sum vit vanliga hava hildið er einfalt fyri føroysk børn, hava tey í dag ilt við at hoyra. Hvat er kallkyn, kvennkyn ella hvørkikyn. Her er talan um føroysk børn, sum ivast í kyninum, so tað er eyðsæð, at vit sum lærarar í føroyskum í dag mugu byrja øðrvísi, enn vit gjørdu fyrr. Um tú ikki dugir at hoyra kynini, so tekur tað sjálvsagt nógv longri tíð at læra seg málið.
Neyvan er nøkur løtt ella einføld loysn á hesum, leggur Katrin Dagbjartsdóttir dent á, og tó. Tí nakað er kanska at vinna, um vit lærdu okkum oftari at blanda tey yngru saman við teimum eldru, og um skúlin, heimini og frítíðarvirksemi øll stóðu saman um at tosa meira og fjølbroyttari saman.
- Umframt ávirkanina úr enskum, so tosa børn minni í dag og tosa mest við javngomul børn. Vit eru so bundin av altíð at bólka børn eftir aldri, flokki og árgangi. Bæði í skúla og frítíðarvirksemi. Børnini tosa sjálvandi sínámillum, men tosa ov lítið við vaksin. Vaksin hava kanska ikki eins og fyrr líka góða tíð at tosa við børn, og børn tíma kanska heldur ikki eins væl at tosa við vaksin.
- Í dag kemur eisini meira enn so fyri, tá ið vit sita við borðið, at snildfonin fær rúm. Tá hvørvur ofta smáprátið og stuttu spurningarnir sum, hvussu var dagurin, ella hvussu gongur. Hesir spurningarnir sum jú leggja upp til góða prátið. Hinvegin, um vit nú minnast at spyrja, so vóna vit kanska, at svarið verður so stutt sum gjørligt, so prátið ikki órógvar tað, sum snildfonin vil siga og vísa okkum. Vit eiga við hesum í huga at síggja stórt í at skipa fleiri longri løtur saman uttan skíggjar.
- Meira vit tosa við børn okkara, fleiri orð fáa tey, og lættari fáa tey við at orða seg og sjálvi siga frá tí, sum tey hugsa og uppliva. Tað er so øgiliga spell, at vit gerast orðafátækari. Vit síggja umframt, at snildfonin er við til at køva smáprát, millum annað, tá ið vit bíða í læknaviðtalum ella bara standa í kø. Smáprát hevur størri týdning, enn vit geva okkum far um, og um vaksin ikki duga tað, so fara børnini neyvan at læra tað. Eg skilji, at vit onkuntíð bara vilja hava frið, men við tíðini fara vit at gerast einsom við einum strongdum heila, alt meðan vit hugvekjandi als ikki gerast klókari av tí, sum vit hoyra, síggja og lesa. Hetta eru alt orsøkir til, at orðfeingið er í stórum vandi fyri at gerast fátækari hjá teimum flestu.
Brot úr samrøðu. Les alla samrøðuna, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 4, 2025.