Tíðindi
14.10.2025
- Áhugin millum næmingar at velja týskt sum vallærugrein er sera lítil, staðfestir Mia av Kák, týsklærari í Sørvágs skúla. Hon fer frá fyri aldur næsta ár, men hon er ein av teimum allarnýggjastu útbúnu týsklærarunum, vit hava í Føroyum.
Mia av Kák hevur síðan 2009 arbeitt nógv við týskum sum fremmandamál í fólkaskúlanum og hevur eygleitt støðuna hjá fakinum tey seinastu árini.
Ein av høvuðstrupulleikunum er, at næmingarnir sjálvir sleppa at velja, um teir skulu hava týskt sum fak, og tá tykist valið ofta lætt: annaðhvørt hevur tú týskt ella frí. Tað at fara heim fyrr, kanska serliga fríggjadag seinnapart, vigar nógv, og tað ger týskt til eitt fak, ið ikki tekkist ungdóminum. Tað skal tó sigast, at skúlastjórar í summum førum hava roynt at leggja týskt mitt á degnum, men tað hevur ikki loyst trupulleikan, viðurkennir Mia, men so leggur hon aftrat: - Tí tað er bara ein partur av trupulleikanum.
Mia av Kák heldur, at børn ikki eiga at velja sjálv. Hon ásannar, at tað krevur meira fakligt arbeiði at vísa teimum týdningin av at læra týskt, áðrenn tey fáa møguleikan at velja fakið frá. Hetta bendir á ein grundleggjandi spurning: Skulu næmingar í so ungum aldri hava frælsi at velja í slíkum førum?
Tá ið týskt verður samanborið við alis- og evnafrøði, sæst ein greiður munur. Næmingar eru tvingaðir at hava alis- og evnafrøði í sjeynda flokki, áðrenn teir kunnu velja tað frá. Týskt verður hinvegin ofta valt frá uttan nakra roynd. Mia av Kák heldur, at tað eigur at vera kravt í minsta lagi ta fyrstu tíðina, soleiðis at næmingarnir fáa møguleika at síggja, hvat teir missa.
- Næmingarnir áttu í grundini verið tvingaðir at havt fakið í sjeynda, áttanda og níggjunda flokki.
Mia av Kák undrast á, um næmingarnir í grundini kenna munin á krøvunum í teimum báðum fakunum.
- Eg havi verið stuðul inni í alis- og evnafrøði og eygleitt, hvussu nógv tilfar og evni, næmingarnir skulu ígjøgnum í tí fakinum, og tí havi eg eisini hoyrt, hvussu teir stúra um próvtøkur. Í grundini er tað nógv rúgvismiklari enn tað, sum næmingarnir skulu duga í týskum, um tú spyrt meg, og tí hevði týskt í so máta verið tað einfaldara valið. Hetta bendir á, at trupulleikin ikki einans snýr seg um tímatalvur og tað fakliga innihaldið, men heldur hvussu týskt og mál yvirhøvur verða uppfatað millum næmingar, foreldur og onnur í samfelagnum.