Tíðindi/Greinar

17.10.2025

Fyrr var tað a, á, b, d, nú er tað GPT

Vit vita væl, hvat vitlíki kann, og hvat tað ger, men vit vita ikki, hvussu tað í framtíðini fer at virka. Fer tað at gera okkum lærarar arbeiðsleysar? Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Allarhelst trallaðu fleiri tykkara bókstavaramsuna, júst sum vit hava lært hana, og sum vit framvegis læra næmingar hana. Seinnu bókstavirnir eru ikki til at tralla. Teir eru har. Teir standa har. Teir eru tað, teir eru. Ongar kenslur og einki lag, júst sum tólmenni sum ChatGPT og aðrar útgávur av vitlíki ikki hava.

Tó er vitlíki sera gløgt. Tað hevur tikið øgiliga stutta tíð hjá vitlíki at læra seg føroyskt. So upp á onga tíð er tað farið frá at vera lítið avbjóðandi til at vera avbjóðandi mótvegis skúlaskipanini – sjálvsagt, um vit ikki duga at brúka tað.

Vit vita væl, hvat vitlíki kann, og hvat tað ger, men vit vita ikki, hvussu tað í framtíðini fer at virka. Fer tað at gera okkum lærarar arbeiðsleysar? Nei, tað vita vit, at tað ikki fer, tí eitt samfelag hevur tørv á lærarum, sum eru menniskju, ikki robottar. Men eingin ivi er um, at vitlíki kemur at renna við okkara lið meira í framtíðini, enn tað longu ger.

Tað er eingin ivi um, at vitlíki kann vera eitt gott hjálparamboð – fyri okkum lærarar og fyri næmingar, men bara tá vit duga at brúka tað. Tá vit øll eru upplærd at brúka tað.

Sjálvur havi eg brúkt vitlíki í undirvísingini. Tað varð brúkt sum liður í at greina og tulka eina skaldsøgu, sum varð lisin. Næmingarnir fingu til uppgávu at fylgja persónunum í bókini væl. Alt, vit fingu at vita, skuldi skrivast niður, og tá vit vóru liðug at viðgera bókina, sluppu tey at framleiða myndir av persónunum, sum vit hittu í skaldsøguni.
Hetta eydnaðist sera væl. Júst hetta gav meining, tí tað varð lærarastýrt, og vit høvdu eitt endamál við uppgávuni.

Tað er komið fyri, at næmingar brúka vitlíki til at framleiða stílar og aðrar uppgávur. Tá verður skipanin misbrúkt. Hvussu kunnu vit læra næmingarnar at brúka vitlíki, soleiðis at tað vegleiðir, júst sum greiningarfrymlar, orðabøkur o.a., heldur enn at framleiða?

Nú vitlíki er so væl ment, mugu vit eisini hyggja at, hvussu próvtøkuhættirnir verða skipaðir í framtíðini. Tí vit vita, at vitlíki framleiðir okkum júst tað, sum vit vilja hava, og tað merkir samstundis, at virðið í próvtøkunum, soleiðis sum tær eru skipaðar nú, tá eitt tólmenni kann framleiða alt tilfarið fyri próvtakaran, er lítið.

Uppgávan hjá okkum lærarum fer at vera at upplýsa og vegleiða í hesum tólmenni. Skulu vit upplýsa og vegleiða, so er tað av stórum týdningi, at vit verða upplýst og vegleidd sjálvi fyrst. Vit mugu øll fáa vegleiðing og upplýsing, hvussu vit á bestan hátt kunnu brúka skipanina, og hvussu vit á bestan hátt kunnu læra næmingarnar at brúka skipanina, sum er komin fyri at vera.

Okkara leiklutur sum lærarar verður ikki minni týdningarmikil orsakað av vitlíki.
Vit skulu minnast til, at tólið kann svara, men klárar ikki at vita; tað klárar at skriva, men ikki at skilja, men tað kunnu og duga vit.

Tað ber ikki til at hava ein skúla, sum er stýrdur av stummum skipanum, sum vitlíki er – ein skúli er bara ein skúli, tá hann er mannaður av lærarum, sum vita, hvat tað merkir at lesa, og vita, hvat tað merkir at læra frá sær og at tryggja, at øll trívast.

Læraraleikluturin hevur ongantíð verið so týdningarmikil á hesum økinum sum júst nú, tí tørvar okkum upplæring, upplýsing og uppaling á økinum.

Vit fara altíð at tralla a, á, b, d, tí tað er og verður ein partur av skúlagongdini og førleikanum at lesa, skriva, rokna, skilja og so framvegis.

Tó skulu vit fyrireika okkum til ein gerandisdag, har trallaríið kemur at renna við síðuna av GPT-num. Vit, lærarar, koma at standa í miðjuni. Vit kenna okkara virði og kenna okkara leiklut. Tað er tað, sum fer at gera munin.

Sjónarmið í Skúlablað nr 5, 2025.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni