Tíðindi

Hvat heldur tú um arbeiðsumstøðurnar?

Tað skuldi verið eitt lógarkrav, at øll arbeiðspláss í Føroyum gera arbeiðsplássmetingar, á sama hátt sum tað er eitt lógarkrav í grannalondunum. Við eini arbeiðsplássmeting kunnu vit fáa eina breiða fatan av arbeiðsumhvørvinum og hvørjar avbjóðingar eru, og tað hevði givið okkum tryggari arbeiðsumhvørvi. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

13.10.2025

Arbeiðsumhvørvislógin, ið gevur okkum rætt til tryggar arbeiðsumstøður, hevur týdning fyri bæði tann einstaka, ið ikki skal fáa mein av sínum arbeiði, og fyri arbeiðsgevaran, tí um vit eru væl fyri, so verður úrslitið betri. Men hóast lógin skal tryggja rættin til tryggar arbeiðsumstøður, so koma lærarar á gátt á Lærarafelagnum, ið eru útlúgvaðir ella hava fingið varandi mein í starvinum, tí at arbeiðsumstøðurnar als ikki eru í lagi.

Eingin skal maktast ella fáa mein í starvinum. Tá vit fara væl uppløgd til arbeiðis, er orkan til at fara í holt við so mangt, og vit røkka longri. Í skúlanum kenna vit hetta aftur; tá lærarin er spentur í næmingunum og fakinum, smittar eldhugin av á næmingarnar. Men hvussu tryggja vit góðar sálarligar arbeiðsumstøður, so vit varðveita heilsuna og neistan eitt langt arbeiðslív?

Endamálið við arbeiðsumhvørvislógini er at virka fyri tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi. At náa hesum eru ásetingar í lóg og kunngerðum. Arbeiðseftirlitið var sett á stovn í 1975. Í summar var sálarliga arbeiðsumhvørvið fyri fyrstu ferð tikið við, tá nýggja kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi var lýst. Tað er væl móttikið, at sálarliga arbeiðsumhvørvið hevur fingið pláss í regluverkinum, tí hjá lærarum og skúlaleiðarum er tað serliga sinnið, sum er útsett í arbeiðinum. Ein kærkomin gáva til okkum á fimmti ára degnum hjá Arbeiðseftirlitinum.

Nú kunngerðin um sálarliga arbeiðsumhvørvið er lýst, er arbeiðið hjá arbeiðsplássunum eisini at leggja upp fyri vandunum í sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Tá ræður um sálarliga arbeiðið, hevur siðvenjan tíverri verið at lata standa til og bøta um skaðan, tá skaðin er hendur. Arbeiðið hjá Lærarafelagnum hevur verið merkt av hesum, og uppgávan hevur verið at tryggja, at álitisfólk og skúlastjórar hava mannagongdir fyri, hvussu vit eru um lærarar, sum hava verið fyri ágangi, hóttanum, harðskapi ella hava verið sjúkraskrivað vegna strongd.

Orðatakið sigur, at betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin; hesum ráðunum eiga vit at fylgja og arbeiða meira fyribyrgjandi. Ein uppgáva er seta tíð av og finna arbeiðshættir, sum kunnu leggja upp fyri vandunum í arbeiðsumhvørvinum, so lærarar og onnur ikki fáa mein av ótryggum arbeiðsstøðum.

Arbeiðsplássmetingar eru eitt gott amboð í fyribyrgjandi arbeiðinum. Tær kunnu vísa á vandar í kropsliga- og sálarliga arbeiðsumhvørvinum, so vit ikki gerast sjúk, útlúgvað ella fáa skaða av arbeiðinum. Tað skuldi verið eitt lógarkrav, at øll arbeiðspláss í Føroyum gera arbeiðsplássmetingar, á sama hátt sum tað er eitt lógarkrav í grannalondunum. Við eini arbeiðsplássmeting kunnu vit fáa eina breiða fatan av arbeiðsumhvørvinum og hvørjar avbjóðingar eru, og tað hevði givið okkum tryggari arbeiðsumhvørvi.

Í sambandi við fimmti ára dagin hjá Arbeiðseftirlitinum hevur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum sett arbeiðsumhvørvisár at vera frá 1. oktober 2025. Fyrsta átakið er stóra arbeiðsumhvørvisráðstevnan fyri trygdarumboð og onnur viðkomandi. Øll trygdarumboð, leiðslur og álitisfólk eiga at møta á ráðstevnuni, tí tað er eitt gylt høvi at fara undir arbeiðið at fáa sálarliga arbeiðsumhvørvið sett á skinnarar, so at nýggja kunngerðin fær fótafesti á arbeiðsplássunum.

Vit hava rætt til trygt arbeiðsumhvørvi. Okkara vón er, at arbeiðsumhvørvisárið fer at geva okkum nøkur úrslit, so at vit um eitt ár kunnu siga, at vit hava eitt tryggari arbeiðsumhvørvi, tí vit hava ikki ráð til, at lærarar og onnur fáa mein av arbeiðinum, tí at arbeiðsumhvørvið var út av lagi.

Oddagrein í Skúlablað nr 5, 2025

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni