Tíðindi

Næmingar hjá ófaklærdum foreldrum klára seg munandi verri í skúlanum

Meiri enn ein fjórðingur av næmingunum, hvørs foreldur eru ófaklærd, koma ikki upp á 2 í karakterstiganum, tá ið talan er um lærugreinirnar danskt og støddfrøði. Tað vísir nýggj kanning, sum er gjørd í Danmark.

10.10.2025

Fólkaskúlin í Danmark megnar ikki í nóg stóran mun at møta næmingum, hvørs foreldur eru ófaklærd. Hesin bólkurin av næmingum klárar seg nevniliga munandi verri samanborið við aðrar næmingar í royndunum, sum verða gjørdar í fólkaskúlanum. Hyggja vit at tølunum eru tað bara sløk trý av fýra, sum fáa minst 2 í donskum og støddfrøði, um foreldrini eru ófaklærd. Tað vísa úrslitini av royndunum í fólkaskúlanum skúlaárið 2024/2025, sum danska Barna- og útbúgvingarmálaráðið nýliga hevur almannakunngjørt.

Tað er serliga eftir koronafarsóttina, at vit síggja, at karakterirnir hjá næmingum, hvørs foreldur eru ófaklærd, eru versnað. Áðrenn farsóttina kláraðu 79,5 prosent av næmingunum at koma upp á í minsta lagi 2 í donskum og støddfrøði; nú er tað galdandi fyri 72,3 prosent av næmingunum. Næmingar í serskúlum og privatskúlum eru ikki íroknaðir. 

Tað er ikki nóg gott, at so nógvir næmingar ikki fáa í minsta lagi 2 í donskum og støddfrøði. Og tað er uppaftur keðiligari, at avbjóðingin er tongd at familjunum hjá næmingunum. Summi børn, hvørs foreldur eru ófaklærd, verða svikin í dagsins skúla. Skúlin megnar ikki at geva teimum somu møguleikar at læra og mennast sum aðrir næmingar fáa. Tað er ein ógviliga stór sosial skeiklan. Vit hava tí sett eina stóra upphædd av, sum skal hjálpa 10 prosentum av næmingunum, sum hava tað truplast í donskum og støddfrøði og eyka orku til lesi- og støddfrøðivegleiðararnar. Vit mugu gera tað betri enn vit hava gjørt tað, sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri.

Hyggja vit at heildarmyndini í skrivligu royndunum í donskum og støddfrøði er talan um verri karakterir samanborið við áðrenn koronafarsóttina undantikið, tá ið talan er um skrivliga framseting í donskum. Tá ið talan er um næmingar, hvørs foreldur eru faklærd ella hava hægri útbúgving, er bólkurin av næmingum, sum kláraði í minsta lagi 2 í donskum og støddfrøði, minkaður úr 94,6 prosentum í 2018/2019 til 91,4 prosent í 2024/2025.

Umleið ein av tíggju klára ikki 2

Umleið tíggjundi hvør næmingar klárar ikki í minsta lagi 2 í donskum og støddfrøði. Tískil er parturin av næmingum við í minsta lagi 2 í donskum og støddfrøði framhaldandi á einum lágum stigi samanborið við áðrenn koronu.

Minkandi bólkurin við næmingum, sum fær í minsta lagi 2 í bæði donskum og støddfrøði, er serliga galdandi fyri gentur. Fyri gentur er talan um eina minking frá 93,9 prosentum í 2018/2019 til 88,9 prosent í 2024/2025. Fyri dreingir er samsvarandi í sama tíðarskeiði ein minking frá 92,3 prosentum til 90,5 prosent.

Kelda: uvm.dk

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni