Tíðindi

Nógv halda, at evnarík børn klára seg sama hvat, men soleiðis er ikki

Hvat kunnu vit gera, soleiðis at børn, sum hava framúr góð evni, fáa nóg nógvar avbjóðingar?

31.10.2025

At allir næmingar sleppa at brúka øll síni evni á bestan hátt hevur týdning. Í nógvum samfeløgum og skúlaskipanum verður nógv lagt upp fyri, at næmingar gagnnýta síni evni, men tá ið talan er um at gera serskipanir fyri serligar bólkar, er tað oftast tey, sum stríðast mest fakliga, vit hugsa um. Fyrimunurin við tí er, at hesir næmingarnir tá verða sæddir, og serlig átøk verða fyriskipað júst fyri teimum. Í hinum endanum á stiganum finna vit tey, sum stríðast, tí tey ikki fáa nóg nógvar avbjóðingar.

– Børn, sum hava stórar møguleikar at læra og mennast, verða mangan latin til sín sjálvs, sigur Bård Knutsen. Hann er granskari og fakligur leiðari á eini deild á universitetinum í Tróndheimi í Noregi. Knutsen hevur arbeitt nógv við, at næmingar, sum eru framúr gløggir og næmir, fáa so nógv burtur úr síni skúlagongd sum til ber, tí tað er nevniliga ikki ein ómøgulig uppgáva. Men skulu júst hesir næmingarnir fáa tað, teimum tørvar, mugu skúlaleiðslur og lærarar nema sær kunnleika at skipa so fyri.

“Tey klára seg kortini”

Umleið 10-15 prosent av næmingunum í norska skúlanum koma undir bólkin av næmingum, sum hava solkallaðar “stórar menningarmøguleikar“. Hesir næmingarnir læra skjótt, teir vilja vita meiri, eru mangan forvitnir, kunnu hugsa abstrakt og duga at brúka førleikarnar teir hava á einum øki á øðrum økjum eisini.

– Nógv halda, at hesir næmingarnir klára seg kortini, men soleiðis er tað ikki, sigur Bård Knutsen.

Fleiri av hesum næmingunum eru í vanda fyri at avrika minni enn teir kunnu og hava førleika til. Summir gevast í skúlanum, tí teir fáa ikki tað, teir hava brúk fyri.

Evnarík børn ein fjøltáttaður bólkur

Men næmingar við stórum menningarmøguleikum er ein ógviliga fjøltáttaður bólkur, júst sum allir aðrir bólkar av børnum og ungum. Summir næmingar eru greiðir yvir, hvørjar møguleikar teir hava og eru tilvitaðir um tað. Aðrir vísa hvørki áhuga ella avrika væl í skúlanum. Einstakir fáa sálarligar trupulleikar, tí teir kenna seg uttanfyri og øðrvísi.

Onkuntíð snýr tað seg um at varnast og forloysa eitt talent. Kanska fjalir næmingurin, at hann hevur onkra diagnosu, ella hann kemur úr einum heimi, har góð avrik í skúlanum ikki verða virðismett.

Kunnu avrika minni við vilja fyri at passa inn

Aðrir næmingar kunnu avrika minni ella verri við vilja, kanska fyri at passa inn, ella tí tað er tað lættasta at gera, men at avrika minni er ikki natúrligt; tað er ikki nakað, sum liggur til teirra.

– At avrika minni ella verri er nakað, tú lærir, og tí ikki viðføtt, sigur Knutsen og vísir til Sylviu Rimm, sálarfrøðing.

Knutsen er fakdidaktikari. Tað vil siga, at hann arbeiðir við, hvussu tú kanst undirvísa og læra í ávísum fakum. Hansara serøki er lívfrøði, men vitanin kann eisini verða brúkt í øðrum fakum eisini. Hann heldur, at tað ber til at geva nógvum næmingum størri og meiri spennandi avbjóðingar. Um bara vit vilja.

Ikki altíð lætt at fyriskipa undirvísing fyri hesum næmingum

At leggja undirvísingina til rættis fyri hesar næmingar, sum hava nógvar menningarmøguleikar, kann vera trupult.

– Vit góðtaka lættliga, at næmingar duga væl í ítrótti, og at vit mugu gera nógv fyri tey dugnaligastu, soleiðis at teir fáa nóg nógvar avbjóðingar, sigur Knutsen.

Men tá ið talan er um næmingar, sum teoretiskt eru sterkir, byrjar tað ofta at rykkja í eygnakrókunum á fólki, ikki bara hjá lærarum, men eisini hjá foreldrum, politikarum og øðrum.

Hetta gongur ímóti hugsanini, at øll skulu vera á jøvnum føti í eindarskúlanum.

Onkur kann halda tað vera at dyrka úrmælingar, tá ið Emstad og Knutsen grundgeva fyri, at tað er neyðugt við átøkum fyri næmingar, sum hava nógvar menningarmøguleikar. Viðhvørt verður tað fatað sum at undirgrava prinsippið, at øll skulu vera líka.

Men at geva summum næmingum eyka abjóðingar nýtist ikki at ganga út yvir næmingarnar, sum stríðast mest. Tað er her, at leiðslan í skúlanum hevur ein stóran leiklut at leggja til rættis; lærararnir hava týdningarmikla leiklutin at umseta ætlanirnar til veruleika.

Hvat ber til at gera?

Í einum rokaligum gerandisdegi í einum skúla er tað meiri enn nóg mikið at gera hjá lærarum og leiðslu. Tað eru umleggingar og nýggj mál og krøv alla tíðina. At fáa enn eina uppgávu er ikki akkurát nakað, nakar droymir um at fáa, men tað snýr seg meiri um at arbeiða øðrvísi enn at arbeiða meiri.

– Vit kunnu fáa tað at bera til við at næmingalaga undirvísingina, sigur Knutsen.

Tað snýr seg um, at næmingar við ymiskum fortreytum fáa undirvísing, sum hóskar seg til støðið, teir eru á. Næmingarnir mugu hava kensluna at klára tað, teir eru settir at megna, men eisini, at tað krevur nakað av teimum at náa málinum.

Býta sundur eftir evnum?

– At býta næmingar sundur eftir, hvussu væl fyri teir eru, er tabu í nógvum londum, sigur Knutsen.

Men tað snýr seg neyðturviliga ikki um at skilja næmingarnar sundur í bólkar fyri seg, hóast royndir eisini eru gjørdar við tí. Fyri nøkrum árum síðan vóru næmingar býttir sundur – tíggjundi flokkur varð býttur sundur í bólkar í náttúruvísindaligu lærugreinunum. Royndin vardi í átta vikur. Næmingarnir vórðu býttir sundur eftir, hvørjar karakterir teir fingu, ikki eftir hvussu væl fyri teir vóru sum heild, og tað er ikki neyðturviliga tað sama. Men tað kann minna um. Sundurbýtingin gjørdi, at næmingarnir í bólkinum við bestu karakterurum trivust betur, tí teir fingu fleiri avbjóðingar, men eisini at teir, sum stríddust mest, dámdu undirvísingina betur. Orsøkin til tað var, at teir ikki longur vóru bangnir fyri at svara ella seta spurningar, tí teir vóru millum líkar. Loysnin gav betri sjálvskenslu og motivasjón tvørtur um bólkar.

Sama floksstova, ymisk upplegg

Men er tað at býta sundur í bólkar tað rætta?

– Vit trúgva upp á felagsskúlan, siga Emstad og Knutsen við ein munn.

Tá er gott, at næmingalagað undirvísing fer fram í somu skúlastovu. Fyri nógvar næmingar krevur tað so at siga ongar broytingar, men næmingarnir, sum stríðast mest, eiga at fáa undirvísing á annan hátt. Kanska meiri ein til ein ella í lítlum bólkum. Teir, sum hava tað lættast, eiga hinvegin at fáa eyka avbjóðingar, sum kunnu gera, at teir fáa meiri burtur úr skúlanum.

– Men hetta treytar, at skúlaleiðslurnar sígga tørvin á hesum, og at teir eru við upp á at seta ferð á broytingarnar og gjøgnumføra tær í skúlanum, sigur Emstad.

Tøkni gevur fleiri møguleikar

Skúlastjórarnir á hvørjum einstøkum skúla hava tí ógviliga stóran týdning í arbeiðinum at gera broytingar. Skúlar eru ógviliga ymiskir í stødd og orku. So ein háttur, sum er lættur í einum skúla, kann vera ómøguligur í einum øðrum.

Ein háttur kann vera parallell undirvísing í ástøðiligum fakum, til dømis við at undirvísing í støddfrøði fer fram samstundis á fleiri floksstigum. Kann næmingurin í fjórða flokki við serligum evnum í lærugreinini kanska sleppa at fylgja undirvísingini í fimta flokki ístaðin?

Tøkniligu møguleikarnir gerast bara fleiri og fleiri, og tað gevur skúlanum møguleikan at royna aðrar hættir. Til dømis kunnu skúlar gera talgiltar loysnir til næmingar við størstu menningarmøguleikunum, soleiðis at hesir kunnu arbeiða saman við næmingum við líknandi tørvi í øðrum skúlum.

Lærarar mugu undir øllum umstøðum fara heilhjartaðir til verka og vera fúsir at royna nakað nýtt fyri at gera broytingar. Men tað at broyta seg kann vera trupult hjá nógvum.

Ringt at gera broytingar

Tað er ikki bara galdandi fyri lærarar og skúlastjórar. Fleiri okkara hava arbeiðsvanar og arbeiðshættir, sum vit vita rigga væl. Ofta skal nakað eyka til at arbeiða á annan hátt, enn vit eru von, hóast broytingarnar ikki eru so umfatandi. Tað kann vera freistandi at halda fram, sum vit plaga.

Tað er strævið og krevjandi at vera lærari, sambært Emstad og Knutsen.

Tað hava teir stóra virðing fyri, men kortini er tað ikki ómøguligt at tillaga undirvísingina.

– Tað snýr seg um at gera okkum sjálv tilvitað um, hví vit gera, sum vit gera. Hvat liggur aftan fyri valini, vit gera? Hví hugsa og gera vit, sum vit gera? Kanska mugu vit sleppa tí, vit hava lært, áðrenn vit kunnu gera okkurt øðrvísi, sigur Emstad.

– Tað snýr seg um næmingarnar

Megna vit at broyta hugburð og hugsanarhátt, eru møguleikar. Okkum tørvar ikki neyðturviliga at granska meiri fyri at finna góðar loysnir, halda granskararnir.

– Vitanin er til. Vit vita, hvat skal til, sigur Knutsen.

Hann siterar Ronald Edmonds, skúlaástøðingin, sum eisini leggur stóran dent á, at øllum næmingum tørvar uppfylging. Hann segði soleiðis í 1979:

– Vit hava meiri enn nóg mikið av vitan til at undirvísa øllum næmingum munadygt. Tað snýr seg meiri um, hvørjar næmingar vit brýggja okkum um.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni