Tíðindi
13.11.2025
Enn er eingin skúli í Føroyum, sum hevur fingið frámerkið at vera orðblindavinaligur skúli. Í Onglandi hevur orðblindafelagið British Dyslexia Association seinastu 20 árini arbeitt við at gera skúlar orðblindavinarligar. At gerast orðblindavinaligur skúli er ein tilgongd, sum tekur tvey ár, og sum endar við eini váttan við frámerki um at vera orðblindavinaligur skúli. Treytirnar at gerast orðblindavinaligur skúli eru, at leiðsla og skúlabygnaður í skúlanum leggja upp fyri orðblindi í øllum viðurskiftum, at tað sæst aftur í dygdini í undirvísingini, at alt læringarrúmið er orðblindavinaligt, og eisini at samstarvið millum skúla og heim er eyðkent av tí.
- Tvílæraraskipan gagnar orðblindanæmingum sera væl, ikki minst um í øllum førum annar lærarin hevur vitan um orðblindi og tryggjar, at amboð og undirvísingartilfar til orðblind eru tøk frá skúlabyrjan, og at tað alla tíðina verður havt fyrilit fyri næmingunum við orðblindi, sigur Annika K. Joensen.
Tað týdningarmesta er, at øll skúlaleiðslan gongur inn fyri arbeiðinum og tekur á seg ábyrgdina at skipa skúlan at vera orðblindavinaligur. Leiðslan skal orða leiðreglur fyri, hvussu starvsfólkini verða drigin við í arbeiðið, og hvussu skúlin fylgir og eftirmetir menningina hjá teimum, sum eru orðblind.
Annað kjarnuøki, sum er umráðandi í tilgongdini at fáa váttan við frámerki um at vera orðblindavinaligur skúli, snýr seg um læringina hjá næmingunum. Øll starvsfólkini skulu hava vitan um orðblindi og skulu vera før fyri at kenna aftur tekn um orðblindi. Og so hava karmarnir avgerandi týdning: Hvørjir fysiskir karmar hjálpa næmingunum? Og hvør didaktisk tilgongd stuðlar læringini hjá næmingunum?
Tá ið talan er um hesi viðurskiftini, kunnu allir skúlar hava gagn av at hyggja at hesum viðurskiftunum:
Eyðkenni við orðblindavinarligum skúla:
· Hevur eitt inkluderandi umhvørvi, har næmingurin kennir seg væl.
· Hevur góðar skipanir og førleikar til at finna teir næmingar, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar.
· Kortleggur og skrásetur lesiførleikarnar hjá øllum næmingum.
· Fylgir við lesimenningini hjá teimum næmingum, sum hava tørv á tí.
· Setur skjótt í verk tiltøk, sum virka.
· Er dugnaligur at nýta møguleikarnar, sum KT gevur.
· Syrgir fyri, at allir lærarar hava førleika í tillagaðari undirvísing til næmingar við lesi- og skrivitrupulleikum, málsligum avbjóðingum og støddfrøði trupulleikum.
Fylgja vit punktunum omanfyri, so fáa vit ein skúla, ið er góður fyri allar næmingar, heldur Annika K. Joensen.
- Ynskiligt er, at fólkaskúlin í Føroyum arbeiðir fram ímóti, at skúlarnir gerast orðblindavinarligir. Í Danmark ynskir mann, at tað skal vera lættari hjá orðblindum at koma gjøgnum skúlan og útbúgvingarskipanina. Tí setti danska stjórnin, saman við fleiri flokkum í 2020, 30 milliónir av til fýra mál og níggju átøk. Somuleiðis er møguleiki í Danmark at søkja t.d. Egmont-grunnin um stuðul. Egmont-grunnurin stuðlar orðblindaarbeiðnum í fleiri kommunum í Danmark við góðum úrslitum. Vit hava áður roynt at søkt stuðul haðani til orðblindaarbeiðið í Føroyum, men tíverri kunnu vit sum føroyingar ikki fáa stuðul haðani.
Les samrøðu við Anniku K. Joensen í Skúlablað nr 3, 2025.