Tíðindi

Skiftið frá fólkaskúla til miðnám undir lupp

Fólkaskúlaráðið, sum varð valt 1. juni í fjør, er av álvara farið til verka. Ráðið hevur fund á leið eina ferð um mánaðin, og fyrsta uppgávan, tey eru farin undir at viðgera, er skiftið frá fólkaskúla til miðnám.

12.04.2016

- Vit hava havt fund við landsstýriskvinnuna um, hvørji ynski hon hevur til arbeiði okkara, og hvørji mál hon kundi hugsað sær, at vit viðgera. Vit hava so avtalað at byrja við at viðgera spurningin um skiftið frá fólkaskúla til miðnám. Eftir ætlan arbeiða vit við hesum evninum fram til summarsteðgin; síðani verður álit skrivað, sigur Vagn Foldbo, formaður í fólkaskúlaráðnum.

Nógv hevur verið tosað um brúgvarbygging millum barnagarð og skúla; spurningurin um skiftið frá fólkaskúla til miðnám hevur ikki verið viðgjørdur í sama mun.
- Undir viðgerðini av hesum spurninginum hyggja vit at, hvat vit vilja við 10. flokki, í hvønn mun og hvussu búnast næmingarnir hetta tíðarskeiðið, um munur er á næmingum, sum fara úr skúlanum í 9. flokki og 10. flokki, hvørjir næmingar fara víðari í miðnám, hvørjar miðnámsskúlar velja teir, hvørjir næmingar velja hvat, hvussu teir eru fyri og so framvegis; vit kalla fólk inn, soleiðis at spurningurin kann verða lýstur úr fleiri sjónarhornum. At vit taka júst henda spurningin upp til viðgerðar, kemst ikki av, at vit meta, at skiftið millum fólkaskúla og miðnám er ein stórur trupulleiki; tað er meiri ein ásannan av, at hesin spurningurn hevur ikki verið nógv viðgjørdur.

Hvat næsta evnið verður, sum fólkaskúlaráðið fer í holt við at viðgera, er ikki avtalað enn.

Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum á Løgmannabreyt, er komin í fólkaskúlaráðið í staðin fyri Jónleif Johannesen, sum er farin á ting. Annars er fólkaskúlaráðið mannað við hesum fólkum: Vagni Foldbo, sum er formaður í ráðnum, Súsannu Mortensen serlærara, Anniku Sølvará umboði fyri felagið Heim og skúla, Charlottu Thorsteinsson lesivegleiðara, Jenny Lydersen undirvísingarleiðara í Mentamálaráðnum og Magnusi Tausen fulltrúa í Mentamálaráðnum; hann er eisini skrivari í ráðnum.

Uppgávan hjá fólkaskúlaráðnum er sambært lógini at geva landsstýrisfólkinum ráð í øllum málum um fólkaskúlan; harumframt kann fólkaskúlaráðið ráða landsstýrisfólkinum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarverkætlanir. Tá ið fólkaskúlaráðið var sett í juni í fjør, varð sagt, at tað í sínum arbeiði fer at leita sær ráð og vegleiðing og seta seg í samband við serkøn og ábyrgdarhavandi innan tey ymsu virkisøkini, sum ráðið viðger. Á henda hátt fáa onnur enn tey, sum eru sett í ráðið, høvi til at lýsa síni sjónarmið og harvið fáa ávirkan á menningina av fólkaskúlanum.

Fólkaskúlaráðið situr til 1. juni 2018.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni