Tíðindi

Skíggjanýtsla er í lagi, tá ið endamálið er læring

Skúlin á Argjahamri gongur undan við nýggjari royndarverkætlan, sum loyvir telduspølum, ið eru lagað til skúla og undirvísing. Varaskúlastjórin verjir borg og heldur, at skíggjanýtsla er ráðilig, tá ið endamálið er læring. Næmingarnir hava tikið væl ímóti tilboðnum

27.10.2025

– Tað er ótrúligt, hvat børn kunnu finna uppá og skapa, tá ið tey sleppa at spæla sær og hugsa kreativt.

Tað sigur Hans Fróði Jensen, varaskúlastjóri í skúlanum á Argjahamri.

Hann sipar til royndina, sum skúlin hevur havt við e-sporti og telduspælinum og skipanini Minecraft Education í skúlanum. Talan er ikki um óhóskandi telduspæl, sum fleiri hava óttast, men um spæl, sum er beinleiðis lagað til skúla og undirvísing. Og tað er hvør sítt, vísir varaskúlastjórin á.

Minecraft Education er partur av pakkanum, sum allir skúlar í landinum hava fingið frá Námi. Talan er um undirvísingartilfar, sum snildisliga er snikkað til umvegis spæl, so næmingarnir kunnu læra upp á ymsar mátar at loysa uppgávur og samskifta við onnur. Minecraft er bygt upp sum ein søgugongd upp á trý korter, svarandi til ein skúlatíma, og uppgávan hjá næmingunum er at knógva teimum avbjóðingum, sum vísa seg á vegnum. Tað kann til dømis vera at byggja kubbar og fýrakantar, sum so aftur kunnu nýtast sum grundarlag í undirvísingini í øðrum lærugreinum, eitt nú í støddfrøði.

– Vit hugsaðu, at hetta var gott høvi hjá okkum at fara undir nýggja royndarverkætlan og fáa eina kreativa lærugrein aftrat í handverk og list. Vit hava lærugreinirnar evning, handarbeiði og smíð, men hildu, at tørvur var á eini nýggjari lærugrein, sum leggur dent á onnur viðurskifti. Tí kom hesin møguleikin ógviliga væl við hjá okkum, sigur Hans Fróði Jensen.

Skúlin Argjahamri søkti í fjør Undirvísingarstýrið um tímar til at fara undir royndarverkætlanina, og royndirnar higartil hava verið góðar.

Royndarverkætlanin, sum er sett at vara í trý ár, umfatar í fyrsta umfari bara næmingar í 5. flokki. Men tað er ikki óhugsandi, sigur varaskúlastjórin, at tilboðið verður víðkað, so fleiri næmingar kunnu ogna sær somu vitan og førleikar. Tað veldst tó um, hvørt fleiri tímar verða játtaðir skúlanum til endamálið ella ikki.

Men tilboðið hóskar seg væl til næmingar í 5. flokki, heldur Hans Fróði Jensen.

– Tey eru í einum aldri, har alt tykist so áhugavert og spennandi. Tey eru forvitin av lyndi, eru leitandi og opin fyri nýggjum hugskotum. Vit halda í øllum førum, at talan er um eitt tilboð, sum er væl egnað til undirvísing í 5. flokki, sigur varaskúlastjórin.

Hann leggur aftrat og dent á, at trygdin er í hásæti og í lagi. Tí er eingin orsøk at óttast og stúra fyri, at óviðkomandi uttan fyri skúlan sleppa inn á netið hjá skúlanum. Skipanin er læst, og bara lærarar og næmingar á Argjahamri hava atgongd, sigur hann.

Les alla greinina, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 5, 2025.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni