Tíðindi
24.10.2025
– Vit undirvísa mangan í støddfrøði sum um, at tað ikki er ein heimur uttan fyri skúlastovuna, sigur Anders E. Wiik við Universitetið í Agder (UiA).
Hann granskar í støddfrøði og nýggjum hættum at undirvísa í støddfrøði. Ovast á ynskilistan hjá honum stendur meiri gerandisstøddfrøði í skúlanum.
Wiik leggur áherðslu á, at hann ikki vil hava alla ástøði úr støddfrøðilærugreinini, men hann vil hava meiri støddfrøði inn í skúlan við eitt nú veðurforsøgnum, grafum yvir farsóttir, kostnaðarætlanir fyri mat og bústaðarrentu.
Sjálvt teir dugnaligastu næmingarnir vita ikki, hvat støddfrøði kann brúkast til
Hvussu bíligar eru buksurnar, sum nýliga dýrkaðu við 30 prosentum og í útsøluni vóru settir niður við 40 prosentum?
– Í tíðarskeiðnum við koronu lærdu nógv at tulka bæði tøl og grafar uttan hjálp frá læraranum. Tey lærdu tað við fylgja við í tíðindunum, sigur Wiik.
Í eini nýggjari kanning vísa Wiik og aðrir granskarar, at sjálvt teir dugnaligastu næmingarnir ikki vita, hvat støddfrøðin, teir læra í skúlanum, kann brúkast til.
Tey vita ikki, at støddfrøði kann brúkast í samfelagnum
Í kanningini spurdi Wiik 14 næmingar í aldrinum 16 til 19 ár um hugburð teirra til lærugreinina støddfrøði. Allir næmingarnir høvdu valt støddfrøði á hægri torleikastigi, men tá ið Wiik bað teir greiða frá hví, svaraðu teir, at tað var fyri at koma inn á týdningarmiklar útbúgvingar eftir miðnám.
– Eingin teirra hevði ætlanir um at brúka støddfrøðina eftir, at skúli og útbúgving vóru komin í hús. Teir vistu heldur ikki, hvørjar trupulleikar støddfrøði kann loysa, sigur granskarin.
Hann leggur dent á, at hetta eru dugnaligir næmingar, sum ganga høgt upp í skúlan. Teir valdu støddfrøði á hægri stigi. Teir rokna flestu støddfrøðiuppgávurnar rætt, og teir hava lært at rokna við logaritmum og trigonometriskum funksjónum – men kortini vita teir ikki, hvat hetta kann brúkast til.
– Tá tú spyrt teir, hvat teir kunnu brúka støddfrøði til, vita teir ikki at svara tær. Hon er í teirra eygum amboð fyri at koma víðari til næsta stigið á útbúgvingarleiðini, ikki eitt amboð at skilja heimin. Teir hava nærum einki tilvit um, at støddfrøði kann brúkast í samfelagnum, sigur Wiik.
Ovfarnir næmingar
Tá ið granskararnir vístu næmingunum stutt videobrot, har støddfrøði verður brúkt í tónleikaástøði, gransking av dinosaurum og arbeiði hjá elektrikarum, reageraðu nógvir teirra spontant: - Hugsa tær, at hetta kann verða brúka alla staðni – hví hevur eingin sagt tað fyrr??
– Vit góvu teimum lítil, ítøkilig dømi, og tað rakti plett. Tað skal ikki nógv til at tendra ein neista, sigur Wiik.
Næmingarnir høvdu gott tamarhald á sjálvum rokniuppgávunum, men ikki á tí, sum liggur aftan fyri tær. Á fakmáli verður tað nevnt at hava instrumentellan hugburð til fakið – ein hugburð, har støddfrøðin er miðilin, sum skal føra til nakað annað.
Næmingarnir settu støddfrøði í samband við karakterir, próvtøkur og framtíðar løn. Eingin setti støddfrøði í samband við samfelagið, gerandislívið ella arbeiðið. Skúlin var einasta staðið, teir hildu, at teir høvdu brúk fyri støddfrøði.
– Teir høvdu eina fatan av støddfrøði, sum nakað, tú mást tola, sum eitt slag av sosialari sorteringsmekanismu. Ikki einum lykli til at skilja heimin, sigur Wiik.
Angist fyri støddfrøði kann avbyrgja teg
Í eini aðrari kanning hava Wiik og starvsfelagar hansara kannað, hvussu tvey ung vaksin skilja støddfrøði, sum verður brúkt í miðling. Teir bóðu luttakararnar lesa korona-grafar frá einum stórum miðli undir koronafarsóttini.
Annar luttakarin hevði ikki klárað seg væl í støddfrøði í skúlanum og fingið vánaligar karakterir, men hann gjørdist sera dugnaligur at lesa hagtøl. Hann brúkti nógv grafar undir koronutíðini at skilja, hvat fór fram, og dugdi at skilja feilkeldur og at kjakast um tulkingar av grafunum.
Hin luttakarin hevði líknandi bakgrund, men ein heilt annan hugburð til tøl. Hann royndi at sleppa undan grafum og tíðindum við tølum.
– Stikni til støddfrøði, sum hann helt seg hava fingið í skúlanum, avbyrgdi hann frá týdningarmiklum samfelagsspurningum, sigur Wiik.
Nógv kunnu meiri enn tey halda
Wiik vardi doktararitgerð sína í vár. Í henni vísir hann, at nógv duga nógv betur støddfrøði, enn tey halda.
Fólk, sum ikki hildu seg duga nakað av støddfrøði, vístu, at tey dugdu at fylgja við í miðlunum og skilja fløktar grafar, kort og hagtøl bæði um veðurforsøgnir og hvussu koronavirusið breiðir seg. Tað tulkar hann sum prógv um, at gerandisstøddfrøði kann verða brúkt í skúlanum á positivan hátt.
– Bæði granskingin, sum eg havi gjørt, og aðrar kanningar vísa sama rák: støddfrøði í skúlanum er ov ástøðilig og kann elva til óneyðuga angist fyri støddfrøði, sigur hann.
Hann heldur, at nógvir næmingar fara úr fólkaskúlanum og miðnámi við hugsanini um, at støddfrøði er av tí ónda, og at støddfrøði er trupul at læra.
– Er tað so, hava vit ikki dugað nógv væl. Tá hava vit ikki lært næmingarnar rokniligu førleikarnar nóg væl, sum gerandisdagurin krevur, so sum at skilja streymrokningina, lesa ein vaksinugraf ella fylla út skattaálíkningina.
Hann heldur, at tað ber til at broyta hetta við nøkrum einføldum amboðum: Set støddfrøði í samband við veruligar støður, tak hugsanirnar hjá næmingunum í álvara og vís teimum, at støddfrøði er partur av lívinum – ikki bara eitt mál at røkka næsta stiginum á útbúgvingarleiðini.
Støddfrøði snýr seg um meiri enn at rokna rætt
Fyribrigdið matematisk modellering hava vit hoyrt í samband við PISA-kanningarnar. Sambært Wiik er hetta framvegis nýtt og fremmant í skúlanum. Í Niðurlondum hevur hetta fyribrigdið verið partur av skúlagerandisdegnum í fleiri áratíggju.
– Sjálvt fyribrigdið er kanska eitt sindur abstrakt og fremmandgerandi, men tað vísir til nakað ógviliga ítøkiligt. Matematisk modellering merkir stutt sagt at brúka støddfrøði til at lýsa og skilja heimin á ein hátt, sum gevur meining, sigur Wiik.
Hann er sannførdur um, at hetta slagið av støddfrøði kann vera við til at gera støddfrøðilærugreinina minni “vandamikla” og fáa fleiri næmingar við.
– Øll støddfrøði skal ikki vera gerandisstøddfrøði, men vit mugu hava meiri av gerandisstøddfrøði inn í skúlan. Støddfrøði snýr seg ikki bara um at rokna rætt – tað snýr seg um at skilja heimin og gerandisdagin, sigur Wiik.
Kelda: forskning.no