Tíðindi

Týdning at halda fast við uppgávuna sum vegleiðari

- Í Støddfrøðivegleiðarafelagnum hava vit kannað, hvussu tímarnir hjá ymisku støddfrøðivegleiðarunum eru skipaðir. Har síggja vit, at tað er ymiskt frá skúla til skúla. Tað sigur Anja Mortensen, forkvinna í Støddfrøðivegleiðarafelagnum.

30.10.2025

Uppgávan sum støddfrøðivegleiðari er í dag skipað í grein tíggju í kunngerð um førleikastovur. Har verður millum annað sagt, at arbeiðsøkið hjá støddfrøðivegleiðaranum í førleikastovuni er at ráðgeva og samskipa arbeiði skúlans í støddfrøði, og at vegleiða leiðslu og starvsfólk skúlans um innihald, háttalag og tilfarsval í støddfrøði.

- Fyri okkum sum støddfrøðivegleiðarar hevði tað frá byrjan týdning, at vit varðveittu uppgávuna sum vegleiðarar. Tað vil siga uppgávuna at vegleiða skúlaleiðslu, lærarar, næmingar og foreldur. Umsíðir samdust vit við myndugleikan um orðingina í kunngerðini, ið er, sum tú sært, sera víðfevnd. Tímarnir til vegleiðing, ið sum heild eru fáir, verða veittir eftir stødd av skúla. So í størri skúlum hava tey fleiri tímar og samsvarandi færri í minni skúlum, vísir Anja Mortensen á.

Anja Mortensen hevur valt at hava sínar tímar á tímatalvuni.

Har gerst spurningurin so, um tímarnir liggja væl, tí um teir liggja ov seint á degnum, kann tað gerast minni arbeiðsligt, tí tá má onkur annar lærari lesa tímar fyri meg, um eg skal vegleiða fyrr á degnum.

Millum onnur viðurskifti eru hesi um arbeiðstíð og umstøður áhugaverd at taka upp í felagnum, heldur Anja Mortensen og vísir samstundis á týdningin í spurninginum, hvussu arbeitt eigur at verða, hvussu arbeiðið við verandi játtan kann skipast sum best fyri skúla og næmingar. 

- Fyrstu tíðina møttust og samskiftu vit nógv á netinum. Seinni skipaðu vit økisbólkar, sum gjørdi tað lættari hjá vegleiðarunum at møtast, og tað hevur fyri so vítt riggað væl. Tað er jú saman, vit fáa íblástur. Eina ferð um árið skipa vit eisini fyri einum degi, har vit fáa okkurt viðkomandi og áhugavert fakligt innihald. Í ár fáa vit vitjan av granskaranum Thomas Højgaard, sum verður í Føroyum í sambandi við eina royndarverkætlan, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt av at seta í verk í trimum skúlum.

Verkætlanin hevur sum endamál at menna støddfrøðiførleikar hjá næmingum í hádeild við at skipa, royna og eftirmeta undirvísingargongdir, ið hava sum endamál at stimbra og menna støddfrøðiligar førleikar í verki. Harafturat at kveikja og menna læraratoymi, ið skipa støddfrøðiligar undirvísingargongdir, har ástøði verða knýtt at støddfrøði í verki.

- Ætlanin er at víðka og broyta námsætlanina millum annað við orðingum sum trupulleikaviðgerð, modelering, skilvís hugsan, representatión, symbol og reglufesti og samskifti, vísir Anja Mortensen víðari á. 

- Sum økið í dag er skipað, eru ikki tímar til at fara djypri inn í uppgávuna. Frælsið við tímunum ger tó, at vit kunnu arbeiða nógv eina tíð og eitt sindur minni aðrar tíðir. Men uppgávan er stór, har vit eisini eru við til foreldrafundir. So ein partur av arbeiðinum liggur natúrliga eftir skúlatíð. 

Les alla samrøðuna, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 3, 2025.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni