Tíðindi

Týsklærarar í vanda fyri at hvørva

Heldur gongdin fram, sum hon ger nú, at Námsvísindadeildin ikki útbúgvir fleiri týsklærarar, so verða skúlarnir noyddir at seta fólk at undirvísa í týskum, sum als ikki hava havt týskt sum linju.

23.10.2025

Tað er ein stór avbjóðing at seta nýggjar týsklærarar við. Í vár gjørdist greitt, at fleiri lesandi í læraraskúlanum valdu sær týskt sum linju, men kortini kundi Námsvísindadeildin ikki bjóða týskt sum linju út. Mia av Kák, sum hevur verið lærari í týskum síðan 2009, harmast um støðuna.

- Heldur gongdin fram, sum hon ger nú, at Námsvísindadeildin ikki útbúgvir fleiri týsklærarar, so verða skúlarnir noyddir at seta fólk at undirvísa í týskum, sum als ikki hava havt týskt sum linju. Undirvísingin kann ongantíð verða líka góð tá. Støðan hjá týskum stendur í hóttafalli í føroyska fólkaskúlanum, og versna góðskan og fakkunnleikin í týskum sum fremmandamál, so er fakinum ikki lív lagað. Eg stúri fyri, at fakið er horvið um 10 ár.

Týskt í fólkaskúlanum stendur í einari truplari støðu. Færri næmingar velja tað, og fakliga grundarlagið millum lærarar er í vanda fyri at hvørva. Samstundis bendir støðan á ein størri trupulleika við fremmandamálum og málfatan hjá føroyskum børnum í dag.

Spurningurin er, hvussu vit sum samfelag meta um týdningin av fremmandamálum, og hvørjar loysnir kunnu tryggja, at týskt fær eina framtíð í føroyska fólkaskúlanum. Mia av Kák vísir á hesar møguligu loysnir:
- krav um týskt eitt ávíst tíðarskeið fyri allar næmingar

- nýtt og betri undirvísingartilfar á føroyskum

- útbúgving av nýggjum lærarum við týskum sum linju

- støðug førleikamenning fyri teir lærarar, sum longu eru í skipanini.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni